Skipsportalurin aftur við skipsmyndum

Skipsmyndirnar eru nú aftur á breddanum á Føroyska Skips­port­alinum, www.skipini.com.

Eftir at hava arbeitt upp á hesa tænastu á skips­portal­i­num í yvir eitt ár, hava stig­tak­ar­ar­nir nú gjørt sítt arbeiði, og nú eru skipsmyndirnar aft­ur á breddanum.
Við yvir 450 myndum kann Før­oyski Skipsportalurin nú vísa sína samling alment út til les­ararnar. Aðrir fjølmiðlar, ið hava tørv á einari skips­mynd eru væl­komn­ir at nýta mynd­ir­nar hjá www.skipini.com, men hettar kerv­ur tó at vísa til keldu.
Teir ið hava arbeitt upp á skips­myndirnar alla hesa tíð eru tekn­ik­arin Sverri Egholm, og mynda- og tíð­in­da­mað­urin Kir­an Jóan­es­ar­son. Tann triði Bárð­ur Michael­sen, hevur ikki so nógv við skipsmyndirnar at gera, men tekur sær av mynd­a­savninum. Við mynda­savn­i­num kann nevnast at myndir frá Re­gatta í Hósvík nýligani eru lagd­ar inná skipini.com.
Teir tríggir aftan fyri Før­oyska Skipsportalin siga seg vera spentar uppá, hvussu skipsmyndirnar vera vitj­að­ar, og vænta at talið fer mun­an­di nógv upp.