Í morgun kom róp í á Kósabrúnni í Klaksvík.
Ein russiskur trolari lá við bryggjuna, og tveir sjefarhundar vóru farnir í land.
Politið kom og tosaði við skiparan, sum fekk at vita, at fremmandir hundar ikki hava loyvi at koma í land, uttan at teir hava verið í karantenu.
Skiparin fór eftir manninum, sum hevði ábygdina av hundunum. Maðurin fluytaði eftir hundunum, sum lupu umborð aftur.










