Í Miðvági ber nú til at keypa alt, sum krevst fyri at halda skil á, hvar tú ert staddur á knøttinum. Hjørleif Joensen hevur fingið einaumboð fyri ensku fyritøkuna Raymarine, sum framleiðir navigatiónsútgerð.
Raymarine hevur gjørt nýskapandi framstig á økinum, nú til ber at savna ymsar skpanir á ein lítlan skíggja í stýrihúsinum. Selriga á smábátum, har plássið er lítið, kann hetta verða kollveltandi.
Talan er um eina sokallaða »blackbox« skipan, har eitt nú radari, ekkolodd og GPS kunnu lesast á sama telduskíggja í stýrihúsinum.
Allar antennurnar verða savnaðar í einum lítlum kassa, sum so aftur verður settur til ein skíggja, har skift so kann verða millum ymsu skipaninar.
?Umframt at hetta sparir pláss, sparir tað eisini pengar, greiðir Hjørleif Joensen frá. Tí alt í alt er tað væl bíligari, enn um tú skuldi havt tríggjar fullar skipanir uppsettar.
Tøknin tekur seg fram, og Raymarine hevur eisini eitt digitalt ekkolodd at bjóða, greiðir Hjørleif Joensen frá. Tað hevur teir fyrimunir fram um tey, sum vit longu kenna, at tað er nógv neyvari og mestum ljóðleyst.
Handilin hjá Hjørleifi Joensen lat upp fyri góðum tveimum árum síðan. Hann liggur við høvuðsvegin í Miðvági nakað uttanvert stóru smiðjuna hjá J.K. Joensen. Kortini eru tað nógv, serliga fremmandafók, sum ikki kenna til handilin, sigur Hjørleif.
?Men eitt nú sílaveiðifólk vita væl av, at vit eru her, tekur hann aftur í aftur.
Og tað er ikki so løgið, tí umframt navigatiónsútgerð, teldur og tað, sum hevur við teldur at gera, selur handilin eisini mest sum alt, sum ein skipshandil vanliga plagar at hava. Eitt nú fiskireiðskap og sjóklæðir.
Og til frítíðarfiskararnar er alt at fáa. Bæði tráður, spøl, flugur og pilkar, nylon og flot. Ja, mestsum alt uttan livandi maðkar, kanst tú fáa, um tú støkkur inn á gólvið hjá Hjørleifi í Miðvági.










