Skipsbrotið í Kattegat í januar, har tvey skip stoyttu saman, og faðir og sonur úr Grenå sjólótust, verður nú ein uppgáva, sum Østjyllands Politi kemur at taka sær av. Vanlukkan hendi, tá eitt svenskt farmaskip og ein danskur útróðrarbátur, har faðir og sonur vóru umborð, stoyttu saman. Báðir menninir á útróðrarbátinum sjólótust.
Eftir neyvari at hava gjøgnum gingið hendingina, hava løgfrøðingar í danska Sjóferðslustýrinum gjørt av at melda tilburðin til løgregluna.
Vanlukkufrágreiðingin varð almannakunngjørd hin 12. mai, og her verður sligið fast, at hvørki umborð á farmaskipinum, ei heldur umborð á útróðrarbátinum, varð hildið útkikk. Tí sá eingin, at farmaskipið og útróðrarbáturin í heilar 38 minuttir vóru á ásiglingarkós.
Í Sjóferðslustýrinum halda tey, at talan er um álvarslig brot á sjóferðslulógina, og tí er hetta eitt mál, sum løgreglan eigur at taka sær av.
Tað letur seg sjálvandi ikki gera at reisa ákæru móti deyðum persónum, og tí bendir alt á, at tað nú verður svenska farmaskipið, sum skal kannast av donsku løgregluni.
- Vit arbeiða við hesum málinum á sama hátt, sum við øðrum málum, og vit ætla at arbeiða skjótt, sigur umboð fyri Østjyllands Politi við danskar miðlar.