Á Fiskamarknaði Føroya, har tey í dag hava gjørt sínar metingar fyri landingar í næstu viku, vita tey at siga, at tvey ísfiskalínuskip væntandi koma inn at landa í vikuni. Skipini hava eina blanding av toski og hýsu.
- Fleiri línuskip fara út um vikuskiftið og koma tí neyvan inn aftur at landa í næstu viku. Møguliga fer okkurt línuskip í íslendskan sjógv at fiska.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at øll tey føroysku frystilínuskipini, sum síðan 7. januar hava fiskað á Flemish Kap, nú eru á veg heim til Føroya við seinnu lastini.
- Kvotan á Flemish Kap er liðug, og væntandi verða frystilínuskipini heima í Føroyum seinast í næstu viku, verður lagt aftrat.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður í næstu viku, og væntandi verður veðrið eisini brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur.










