Skipini landa fyri og eftir ólavsøku

Allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, og tað gera garnaskipini eisini.

- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap. Teir fáa tó nakað av hvítum fiski, serliga longu. Nakrir koma inn at landa fyri ólavsøku - og nakrir eftir ólavsøku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tey trý pørini, sum hava verið á gulllaksaveiði síðan seint í vár, framvegis fiska gulllaks.

 

Tá marknaðurin gjørdi sínar metingar seinasta fríggjadag, var eingin djúpvatnstrolari til fiskiskap, men tey væntaðu, at onkur fer út aftur í næstum, sum tikið verður til.

 

Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men ætlandi fara nakrir út nú um vikuskiftið.

 

Einki garnaskip hevur verið til fiskiskap seinastu tíðina. Skipini hava lagt fyri summarið.