Í løtuni skiftir MEST ljósmotor umborð á flakatrolaranum Vesturvón, og eisini fær bógskrúvan á strandfaraskipinum Ternuni, sum røkir sigling um Nólsoyarfjørð, eina høvuðsumvæling, umframt at smávegis viðlíkahald verður gjørt. Ternan verður væntandi liðug á bedingini hesa vikuna.
Sluppin Westward Ho er eisini á bedingini hjá MEST, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.
Koma og fara
Herfyri hevði MEST eisini skipini uppi, sum Faroe Origin í Saltangará hevur keypt úr Vági. Tað eru Hvannafelli og Bláfelli, sum nú kallast Skúgvur og Munkur.
- Hetta var vanligt eftirlit og málingaarbeiði í sambandi við søluna, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr.
Hann leggur aftrat, at onnur skip hava eisini verið uppi seinastu tíðina, men talan hevur mest verið um vanligt viðlíkahald.
- Skip koma og fara, og soleiðis er gongdin alla tíðina, sigur skipasmiðjustjórin.
Skála og Runavík
Á MEST á Skála er eisini nakað at gera. Arbeitt verður eitt nú upp á gearið á ísfiskatrolaranum Phoenix, umframt at høvuðsmotorurin á ísfiskatrolaranum Vesturskini verður umvældur. Hesi bæði skipini liggja við bryggju á Skála.
- Á MEST í Runavík verður í stóran mun arbeitt við viðlíkahaldi og nýgerð, serliga til fiski-og alivinnuna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni MEST.
Samlaði truppurin hjá MEST liggur í løtuni um 120 fólk.