Nú er kunngerð lýst um avmarkandi tiltøk ímóti Russlandi í sambandi við russiska kríggið í Ukreina – sum snýr seg um herdar reglur um havnarstongsul.
Í kunngerðini verða gjørdar broytingar, soleiðis at greinin um, at fiskiskip ikki eru fevnd at havnarstongslinum verður strikað. Í staðin verður sett í kunngerðina, at forboðið ikki er galdandi fyri fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið er knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland.
Og so verður nágreinað, at ørindi, sum er fevnd av hesum, er eru umskiping og landing av veiðu frá fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, umframt onnur ørindi, beinleiðis knýtt at fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni.
Og so verður eisini sagt, at »forboðini í kapitli 4 eru ikki galdandi fyri fulnað áðrenn 7. oktober 2023 av sáttmálum um m.a. tøkniligan stuðul og veitingar viðvíkjandi fiskiskipum, sum eru gjørdir áðrenn 7. juli 2023, ella atknýttar sáttmálar, sum eru neyðugir fyri at halda slíkar sáttmálar.« Tað vil við øðrum orðum siga, at skipasmiður í Føroyum nú hava tríggjar mánaðir at gera tað arbeiði upp á russisk skip, sum eru avtalað áðrenn dagin í dag 7. juli. Fleiri avtalur kunnu ikki gerast, og tí verður einki russiskt skip umvælt í Føroyum eftir 7. oktober í ár.
##med2##