Verkfall
Tilsamans 20-30 arbeiðsmenn eru ikki til arbeiðis á Tórshavnar Skipasmiðju og Skála Skipasmiðju, nú verkfall er.
Gunnar Mohr, stjóri á Skála Skipasmiðju, sigur, at einir 10-15 mans, sum arbeiða á Skála, eru við hús, og umleið sama tal er við hús í Havn.
Á Skála Skipasmiðju arbeiða tilsamans 80 fólk; á Tórshavnar Skipasmiðju 160.
Hetta merkir, at talið av handverkarum lutfalsliga er nógv størri í Havn enn á Skála.
Gunnar Mohr sigur, at tað merkist, nú arbeiðsmenninir ikki eru til arbeiðis. Hesir plaga at mála og gera annað fyrifallandi arbeiði.
- Men málingalíkindini hava ikki verið nakað serlig í seinastuni.
Lítið virksemi
Stjórin á Skála Skipasmiðju sigur, at tað er meira smáligt við arbeiði á Skála í løtuni.
- Vit arbeiða umborð á strandfaraskipinum, Teistanum og djúpvatnstrolaranum, Niels Paula.
Gunnar vísir á, at Teistin, sum ikki hevur verið í dokk í tvey ár, er til eftirlit og vanligt viðlíkahald.
Spurdur, hvussu skipið, sum er bygt á Skála Skipasmiðju, hevur roynst, sigur Gunnar, at tað hevur roynst væl.
- Eg haldi, at Teistin bert hevur lagt ein dag burtur ímillum, síðan skipið fór í sigling, sigur hann.
Niels Pauli skal hava aksiltrekk, og generatorurin skal umvælast.
Gunnar sigur, at onnur skip eru ikki í ljósmála beint nú, og hann væntar ikki, at nakað serligt verður á "tapetinum", fyrr enn verkfallið er av.
Váðasteinur fær
nýggjan motor
Á Tórshavnar Skipasmiðju er eisini nakað at gera.
- Vit hava ein íslendskan bát her í løtuni. Síðan hava vit Tind, Norðheim og Váðastein, sum fær nýggjan motor.
Gunnar Mohr sigur, at tað mesta av tí, ið gjørt verður við skipini, er vanligt viðlíkahad og ymiskar umvælingar.