Handverk
Í tíðum, tá nógv virksemi er í einum landi, er tað ofta handverkaravinnuni, sum tørvar fólk. Nógv bygging er kring landið, og hetta krevur fólk á fleiri økjum, bæði innan betong, timbur, hita og el.
Men tað er ikki bara byggivinnan, sum hevur nógv jørn í eldinum í løtuni. Innan skipasmíð og umvælingararbeiði á smiðjum og maskinverkstøðum er eisini úr at gera.
Og her vantar nógv fólk.
Vanta 30 mans
Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at nógv virksemi er á skipasmiðjuni í Havn, skipasmiðjuni á Skála og á FJM í Runavík, sum samtakið eisini eigur.
- Vit hava nógv at gera á øllum trimum støðunum, og okkum vantar tilsamans einar 30 handverkarar.
Stjórin sigur, at á Skála eru teir í fyrsta lagi í holt við tvey supply-skip, og har er eisini ymiskt umvælingar-og viðlíkahaldsarbeiði.
- Á skipasmiðjuni í Havn byggja vit tveir alibátar, og her er eisini nógv umvælingar-og viðlíkahaldsvirksemi. Í løtuni standa trý skip á bedingini, Ran, Thor Provider og ein alibátur.
FJM í Runavík er smiðjan, sum í fyrsta lagi arbeiðir við rustfríum stáli.
- Vit hava í løtuni tríggjar mans í Spaniu, sum eru í holt við at seta verksmiðjuna upp umborð á nýbygningunum, sum Beta letur byggja. Verksmiðjan er smíðað á verkstaðnum í Runavík, sum eisini umboðar kryvjimaskinurnar, ið settar verða í skipini. Ætlandi skulu nýggju skipini hjá Beta verða liðug í Spaniu um mánaðarskiftið november/ desember.
Eisini í Póllandi
Gunnar Mohr sigur, at einir 35-40 pólskir handverkarar eru á Skála, og í Havn eru teir einir 15 í tali.
- Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa útlendskar handverkarar til Føroya at arbeiða. Vit hava góðar royndir av póllendingum gjøgnum mong ár, men í Póllandi er eisini nógv skipasmíð, og haðani er ikki lætt at fáa handverkarar í løtuni.
Stjórin sigur, at póllendingar innflyta arbeiðsmegi úr eitt nú Ruslandi og Noregi til pólskt skipasmið.
- Tórshavnar Skipasmiðja hevur verið eitt støðugt arbeiðspláss hesi stívliga sjeyti árini, skipasmiðjan hevur verið virkin, og tí hava vit eisini ein góðan “stab” av dugnaligum føroyingum, sum arbeiða hjá okkum, sigur Gunnar Mohr.
Men hetta er ikki nóg mikið til alt tað virksemi, sum er.
Nýbygningarnir
Tann fyrri supply-báturin, sum Skipasmiðjan á Skála byggir fyri Thor, verður sambært sáttmálanum latin eigarunum í desember. Hesin stendur nú í dokkini og fer í november niður til Danmarkar til sandblásingar. Hin seinni er strektur í byggihøllini, og verður sambært sáttmálanum latin eigarunum 14. september 2008.
Alibátarnir, sum standa í gerð á Tórshavnar Skipasmiðju, verða latnir eigarunum seinni í hesum árinum.