Tað eydnaðist í nátt donsku sjóverjuni at forða fyri, at eitt farmaskip sigldi á land við Helsingør, og tá myndugleikarnir komu umborð, vísti tað seg, at skiparin var drukkin.
Farmaskipið var á veg til Póllands, men myndugleikarnir varnaðust, at tað var alt ov nær landi. Sjóverjan sendi eina tyrlu avstað, og tað eydnaðist at fáa samband við skipið, sum kom á rætta kós.
Sjóverjan hevði illgruna um, at skiparin var ávirkaður av rúsdrekka, og málið varð tí latið løgregluni, sum skjótt kundi staðfesta illgrunan. Skiparin varð tikin og er skuldsettur fyri at hava brotið lógina um trygd á sjónum.