Skiparin var avdottin

Danska sjóverjan sendi í gjár eitt F16-flogfar ímóti einum norskum farmaskipi, sum var á veg ígjøgnum Kategat. Tá hevði skipið hildið somu kós í seks tímar, og fleiri royndir at fáa samband við vóru miseydnaðar.

Tá samband fekst við skipið, fór løgreglan umborð at vita, hvussu vorðið var. Tað vísti seg, at skiparin átti at hava vakt, men at hann var avdottin. Kanningar vístu, at promillan í blóði hansara var 2,15, skriva norskir fjølmiðlar. Stýrimaðurin og aðrir av manningini vóru eisini ávirkaðir av rúsdrekka, men teir høvdu frívakt.

Farmaskipið eitur Ranafjord og er skrásett í St. Kitt and Nevis, men norska felagið Strand Shipping reiðir tað út. Skipið var á veg úr Kaliningrad til Aalborg, men liggur nú fyri akkeri. Tann 54 ára gamli skiparin, sum er norðmaður, er ákærdur fyri at hava sett mannalív í váða. Stýrimaðurin skal sigla skipið víðari, tá tað er runnið av honum.

Danska løgreglan sigur, at hevði skipið siglt somu kós 40 minuttir afturat, hevði tað siglt á land.