Skiparin: Trygdin tikin í størsta álvara

Partarnir fara nú at granska frágreiðingarnar og gera niðurstøðu um hendingina umborð á Anitu.

Skiparin á Anitu var hin seinasti, sum í gjár varð avhoyrdur í sambandi við sjófrágreiðingina, tá ein maður sló út av garnaskipinum og ikki kom afturí aftur.

 

Skiparin segði seg vita lítið og einki um sjálva hendingina, tá indonesin gjørdist fastur í trossanum og varð drigin fyri borð. Skiparin sat tá í messuni og skaffaði og hevði tí av góðum grundum einki sæð til vanlukkuna.

 

Hann fór upp á brúnna, tá boðini vóru komin um vanlukkuna, men dugdi ikki at siga, hvussu long tíð gekk frá tí, at maðurin var farin fyri borð, til hann var komin upp á brúnna.

 

Stórur dentur var í sjófrágreiðingini løgd á, hvussu trygdin var umborð, serliga í sambandi við setan av gørnunum, og skiparin varð tráspurdur um trygdina.

 

Hann greiddi frá, at hann hevði lagt manningini eina við ikki at royna at greiða tær fløkjur, sum eru í gørnunum, meðan sett verður.

 

Spurdur, hvat hann gjørdi, um hann varnaðist, at menn kortini greiddu fløkjur, meðan sett varð, segði hann, at hann endurtók ávaringina. Meira fekk hann ikki gjørt.

 

Hann segði eisini, at teir tóku trygdarviðurskiftini í størsta álvara og høvdu javnan trygdarvenjingar. Seinasta árið høvdu teir havt tvær umfatandi trygdarvenjingar.

 

Hann mótsegði tó báðum stýrimonnunum við tað, at hann segði, at endin á gørnunum varð tikin fram í skipið, og at teir síðani drógu gørnini inn við garnaspælinum.

 

Báðir stýrimenninir og tann eini indonesin høvdu annars sagt, at gørnini vórðu drigin inn við hond har afturi á skipinum. Hin indonesin helt tó við skiparanum og segði, at gørnini vórðu drigin inn har frammi við garnaspælinum.

 

Sjófrágreiðingin gjørdist drúgv í gjár og farið var væl av nátturðatíð, áðrenn liðugt varð.

 

Partarnir fara nú at granska frágreiðingarnar og gera sína niðurstøðu, áðrenn nakað meira hendir í málinum.