Tórsvík er ein av vaktarbátunum hjá hjá Thor í Hósvík, og hann hevur seinastu tíðina havt vaktarhald á leiðini uttanfyri Helgeland og Kristiansund í Norra, har eitt annað skip skjýtur seismikk.
Manningin umborð á Tórsvík er ein blandingur av føroyingum og norðmonnum, og tað var ein av manningini, sum stakk føroyska skiparan. Reiðarin á Thor, Hans Andreas Joensen, vil ikki úttala seg um, hvørt tað var ein føroyingur ella ein norðmaður, sum stakk skiparan.
Enn er ógreitt, júst hvat tað var sum hendi umborð á Tórsvík í morgun, men skiparin varð illa stungin, og varð nakað eftir kl 8 í morgun fluttur við bjargingartyrlu á St. Olavs hospital í Trondheim.
Hans Andreas Joensen sigur seg hava frætt úr Norra, at støðan hjá manninum er «undir kontroll«, sum hann málber seg.
Norska blaðið VG veit tó at siga, at skiparin, sum er í 60'unum, hevur fingið álvarsaman skaða. Hann hevur fingið djúp knívssting í bringuna og magan. Blaðið skrivaði tó tíðliga í morgun, at skiparin var við vit.
Politifrágreiðing
Hans Andreas Joensen sigur, at teir í løtuni bíða eftir politifrágreiðingini frá málinum.
? Tað verður sjálvandi eisini skrivað ein sjóðfrágreiðing, men í fyrstu atløgu bíða vit eftir politifrágreiðingini, fyri at finna útav, júst hvat tað var sum hendi í morgun, sigur reiðarin.
Hann leggur afturat, at tá orsøkin er funnin, fer Thor at taka stig til fyribyrgjandi tiltøk, sum skulu tryggja, at slíkt ikki kann endurtaka seg umborð á Thor skipum.
? Eg veit lítið og einki enn, men so skjótt, sum politifrágreiðingin er komin, senda vit tíðindaskriv út til miðlarnar, soleiðis, at misskiljingar ikki taka seg upp, sigur hann.
Spurdur, um gerningsmaðurin var drukkin, svarar Hans Andreas Joensen, at tað var hann ikki.
? Tað er bannað at drekka umborð á okkara skipum, staðfestir hann.
Maðurin, ið stakk, er við báti førdur inn til Kristiansund, men tað er enn óvist nær báturin kemur til lands.
Tórsvík skal eisini til bryggju í Norra, inntil greiða er fingin á málinum.