Tað kom fram, tá tann 68 ára gamli skiparin, Lee Joon-seok, og 14 aðrir av manningini á ferjuni "Sewol" komu fyri rættin í dag. Saman við skiparanum eru tríggir stýrimenn ákærdir fyri dráp, og teir kunnu allir fáa deyðarevsing, verða teir dømdir sekir.
Tveir av manningini eru ákærdir fyri at vera farnir av skipinum, tá tað var í ferð við at søkka, og fyri tað kunnu teir fáa lívlanga fongsulsrevsing. Níggju aðrir eru ákærdir fyri óansni og fyri ymisk brot á sjóreglurnar.
Avvarðandi hjá nøkrum av teimum meiri enn 300, sum fórust við ferjuni, vóru komin saman uttan fyri dómhúsið í dag, og fleiri teirra róptu "drápsmaður" eftir skiparanum, tá løgreglan fór inn í dómhúsið við honum.
Tey seinastu fimm árini er eingin dømdur til deyða í Suðurkorea, og hóast umleið 60 deyðadømd fólk sita í fongsli har, er eingin deyðadómur fullførdur síðani 1997, skrivar Reuters.