National Geographic hevur lagt til merkis bragdið, Livar Nysted og hinir tríggir umborð á Artemis, tá teir í summar róðu tvørtur um Atlantshavið. Tí er skiparin á bátinum, Leven Brown, í uppskoti til at fáa virðislønina »Adventurer of the Year«, ársins ævintýrari.
Leven Brown er í uppskoti saman við níggju øðrum fólkum, sum hava gjørt onnur brøgd. Eitt nú hevur Ed Stafford gingið gjøgnum allan Amazon-ánna og Edourne Pasabán, sum í ár gjørdist fyrsta kvinnan nakrantíð, sum hevur verið á heimsins 14 fjøllum, sum eru omanfyri 8000 metrar.
Á heimasíðuni hjá National Geographic verður greitt frá hví tey ymsu eru innstillað, og tú kanst eisini lesa um, hvussu tey tíggju hava upplivað síni egnu brøgd her
Somleiðis ber eisini til hjá tær at atkvøða fyri skiparanum hja Liver Nysted, Leven Brown, ella onkrum av hinum við at trýsta her










