Tað hevur milt sagt gingið illa hjá Reginu Baltica at røkt ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina. Tað hevur undrað fólk, at skipið avlýsir so ofta fyri veður, tí so øgiliga ringt hevur tað ikki verið.
Men Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað er skiparin úr Estlandi, sum ikki hættir sær at sigla, sum umstøðurnar eru.
- Hann heldur seg til veðurkortini og hættar sær ikki at sigla, sum líkindini eru.
Rakstrarleiðarin staðfestir, at skiparin er evsti myndugleiki umborð og at tað ber ikki til at taka hann av ræði.
Somuleiðis hevur tað gjørt seg galdandi, at skiparin vil fyri alt í verðini sleppa undan at liggja í Havn, tá ið ivaveður er, tí fríggjakvøldið sleit Regina Baltica ein enda.
Tað eru serliga viðurskiftini í havnarhylinum innanfyri molan, sum skiparin er varin við, tí er hann fyrst komin inn um molan fangar borðið, tí so sleppur hann ikki út aftur, skuldi ein vandastøða fyri skipið tikið seg upp.
Men vit spurdu eisini Conrad Gaard Joensen, hví tað ikki ber til at leggja at á Kollafirði.
Har liggur Athena við ongum motori við btyggju og tað forðar fyri, at Regina Baltica sleppur at har.
Strandferðslan hevur roynt at fáa Tórshavnar Havn at flyta Athenu, men tað hevur ikki latið seg gjørt og tað harmast Conrad Gaard Joensen um.
Tað er á landsynningi, at trupulleikar eru at koma inn og úr Tórshavnar Havn. Men nú hevur hann ligið tráður av landsynningi í tvær vikur og tað hevur elvt til trupulleikar.
Men mikunáttina batnar veðrið, samstundis sum at hann fer vesturum í útsynning. So frá mikumorgunin og restina av vikuni skuldi ikki nakar trupulleiki verið at hildið ferðaætlanina.