? Umstøðurnar hjá Norrönu at leggja at í Havn, eru alt ov vánaligar, sigur Ólavur Hovsgarð, sum ikki skilur, at ikki ein betri loysn er funnin.
Soleiðis ljóðaði inngangurin til eina grein í Sosialinum nr. 81 mikudagin tann 30. apríl 2003.
Bylgjurnar gingu høgt, tá Norröna kom til landið á vári 2003. Skiparin fanst hvassliga at atløguviðurskiftunum, og hann legði als ikki fingrarnar ímillum.
? Umstøðurnar at leggja at í Havnini eru út av lagi vánaligar. Tað er rætt og slætt skomm at bjóða Norrönu slíkar usmtøður, segði Ólavur Hovsgarð við Sosialin fyri einum knøppum ári síðani.
Kjakið kyknaði, tá tað tók skiparanum rættiliga langa tíð at leggja at við nýggju Norrönu. Tað kundi taka upp í ein tíma, at fáa skipið uppá pláss.
? Og tað er betri at tað tekur ein tíma at leggja at, heldur enn at Norrøna skal verða standandi á Tinganesi í fleiri dagar. Eg havi gjørt upp við meg sjálvan at míni pappír skulu so ikki skalast fyri at koma eitt sindur skjótari at bryggju, segði skiparin á sinni.
Hann sigur, at sannleikin er, at havnalagið í Havn er rætt og slætt ov lítið, so umstøðurnar verða aldrin góðar, sama hvat so enn verður gjørt.
Ólavur vísti tá á, at alla aðrastaðni, har Norröna siglir, eru atløguviðurskiftini nógv betri enn í Havn, og hann skilir ikki, hví ein onnur loysn ikki er funnin.
Sosialurin vildi fegin fingið orðið á Ólav Hovsgarð til eina viðmerking, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á honum. Sum skilst fer hann ikki at gera viðmerkingar til hendingina fyrr enn í sjófrágreiðingini í Føroya Rætti.