Skiparasøgur í Tofta Skúla

Bókin "Trolaralív - Søgur úr Barentshavinum" verður løgd fram týskvøldið

Bókaframløga av bókini "Trolaralív - søgur úr Barentshavinum" verður í Tofta skúla týsdagin.

 

Tað er Heimamissiónsforlagið sum gevur bókina út, og á bókaframløguni verður tað Øssur Kjølbro frá Heimamissiónsforlagnum sum bjóðar vælkomin.


Rithøvundurin, Torleif Johannesen, fer at greiða frá bókini við orðum og myndum, og Jóhanna Thomsen fer at greiða frá uppsetingini av bókini.