Skiparar og navigatørar á aðalfundi

Tað er í dag, at árligi aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður hildin.

Í morgun klokkan 10 byrjaði árligi aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag í Smærugøta 9A í Havn.

 

Á skránni er í fyrsta lagi frágreiðing formansins um virksemi í árinum sum fer, og tað verður Annfinnur Garðalíð, sum fer at greiða frá.

 

Roknskapur felagsins verður framlagdur til støðutakan, og á skránni verður eisini val av nevndarlimum, grannskoðara og ásetan av limagjaldi.

 

Á aðalfundinum hjá skiparum og navigatørum í dag verður eisini gestarøðari, sum hesaferð verður Annbjørg S. á Høvdanum, sálarfrøðingur.

 

Eftir aðalfundin, sum væntandi varar ein fittan part av degnum, verður nevndarfundur.