Skiparar fingið nýggjan formann

Skipara- og Navigatørfelagið hevur fingið nýggjan formann, eftir at Ellintur Abrahamsen hevur lagt frá sær eftir at hava sitið í heita stólinum í heili 22 ár

Nevndarval

Ellintur Abrahamsen hevur nú lagt frá sær sum formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum.
Hann hevur langt síðani boðað nevndini í felagnum frá, at hetta varð hansara seinasta ár sum formaður og á aðalfundinum í gjár, segði hann seg frá alment.
Hann hevur verið formaður í heili 22 ár og nú heldur hann, at tíðin er komin til at lata yngri kreftir sleppa framat.
Ellintur heldur tó fram í nevndini.
Eftir aðalfundin í gjár, hevur nevndin í Skipara-og Navigatørfelagnum, skipað seg og nýggjur formaður í felagnum er er Eyðstein Djurhuus í Havn. Næstformaður er Regin Nónstein úr Hvalba.
Annars hevur nevndin gjørt av at avskaffa heitið eykalimir í nevndini og hereftir verða eykalimirnir tískil vanligir nevndarlimir.
Í nevndini í Skipara-og Navigatørfelagnum eru sostatt 11 limir.
Valskeiðið hjá limunum er tvey ár og teir, sum vórðu valdir á fundinum í gjár, vóru: Regin Nónstein, Hvalba, Egil Simonsen, Hoyvík, Jákup Gøthe, Toftir, Jan Kristoffersen, Tórshavn,
Harry á Lakjuni Fuglafjørður og Ellintur M. Abrahamsen, Fuglafjørður.
Annars sita í nevndini, Eyðstein Djurhuus,Tórshavn, sum nú er formaður, Jóhannes Jacobsen, Viðareiði, Leivur Christiansen, Miðvágur, Dánial Jákup Jørgensen, Miðvágur og Jógvan Líggjas Gregersen, Eiði.