Skiparamálið

Tað tykist sum øll kappast um at fordøma Jacob Vestergaard, í tinginum og í almenninginum, og løgmaður er undir trýsti at koyra hann frá fyri handfaringina av skiparamálinum. Samstundis tykist tað okkum, sum hetta mál er ikki so einfalt, sum tað verður lýst. Eingin lýsti hetta betur enn løgmaður sjálvur, sum í tinginum segði, at landsstýrismaðurin hevur handlað bæði rætt og skeivt. Nógv bendir á, at løgmaður við hesum gevur eina rættiliga beina mynd av málinum. Men hetta er sjálvsagt ikki nóg mikið, tí nú hevur almenningurin krav uppá at fáa allan sannleikan upplýstan.

Málið er longu vorðið so politiskt og er vorðið ein partur av valstríðnum, so útlitini fyri, at lóggávu- ella umsitingarvald megna at geva almenninginum eina álítandi kunning um alt málið, sum tað er, eru avmarkað. Her er longu talan um eina veruliga øsing, har orð stendur móti orði, meðan andstøða og ávísir samgongutingmenn eisini gera sær politiskt dælt av málinum. Í slíkari støðu hava vit øll krav uppá, at í minsta lagi løgmaður heldur høvdið kalt og ikki loypir framav. Hinvegin eigur løgmaður eisini at handla, um hann longu nú metir seg hava nokk grundarlag fyri tí.

 

Hinvegin er óvissan um, hvør hvør hevur gjørt og sagt, so stór, sum onkur vil meta, so ber til at siga, at tað eru bert tveir partar, ið kunnu loysa knútin, og teir eru Løgtingsins umboðsmaður ella ein løgfrøðiligur kanningarstjóri. Latum okkum fáa antin umboðsmannin ella ein kanningarstjóra at gera arbeiðið og lýsa leiklutin hjá øllum, stjóra, landsstýrismanni, umsiting og eisini leiklutinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Her eru nógvir leysir endar, og øsingin stendur við og versnar. Hetta gagnar ikki málinum. Men kanningin má gerast her og nú og úrslit fyriliggja skjótt. Er kanningarúrslitið tyngjandi fyri landsstýrismann, so eigur løgmaður ikki at rysta á hondini.

 

Um Løgmaður í dag velur at koyra Vestergaard til hús, so man tað vera, tí hann metur málið vera so klokkuklárt, sum summi tykjast halda. Vestergaard hevur gjørt nakað skeivt við at krevja eina afturtøku av starvssetan. Hetta er ein grov gerð, og eigur hon at fáa onkra avleiðing, men vit onnur hava krav uppá at vita, um og hvørjir aðrir feilir eru gjørdir í hesum talvi, sum hevur meir enn tann seinasta leikin. Eitt talv, har tveir óførir skiparar, sum hava brúkt meginpartin av sínum vaksna lívi í almennari tænastu og ein skipari, sum helt, at hann var komin í almenna tænastu, hava fingið eina skammiliga viðferð. Ein kanning vildi fingið alt hetta í ljós, eitt nú í hvønn mun manglandi samskifti og forstáilsi millum ymsu ráðini og løgmansskrivstovuna kann eiga lut í slíkum máli.

 

Sosialurin