Skipar fyri ráðstevnu

Nevndararbeiðið hjá Norðuratlantsbólkurin er farið ígongd, men einki er enn at frætta frá nevndararbeiðinum. Skipað verður fyri einari mini-ráðstevnu seinni í mánaðinum

POLITIKKUR

Eftir fólkatingsvalið 20. november seinasta ár, gjørdu menn av at skipa seg í bólk á Fólkatingi. Talan gjørdist um tann nú so kenda Norðuratlantsbólkin. Á valinum komu tvey umboð frá sjálvstýrisvonginum í Grønlandi inn á Fólkating, og úr Føroyum kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisflokkin. Beinanvegin vísti áhugi seg at vera fyri einum tílíkum samstarvi, og longu 5. demember varð formliga samstarvsavtalan undirskrivað.
Limirnir í bólkinum eru ikki so bundnir av samstarvinum, sum limirnir í vanligum flokkum. Teir hava eitt nú ikki bundið seg til at atkvøða í felag í fólkatingssalinum.
Yvirskipaða málið hjá bólkinum er, at Grønland og Føroyar vinna sítt fulla sjálvstýri, og á fólkatingi skulu teir tríggir limirnir standas saman um mál og viðurskifti, har Føroyar og Grønland hava felags áhugamál.
Teir báðir, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen, úr ávíkavíst Siumut og Inuit Ataqatigiit manna grønlendska partin av Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Hitt umboð er Høgni Hoydal, sum, meðan hann er landsstýrismaður, verður avloystur av Tórbirni Jacobsen.
Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, valdi ikki at gerast limur í bólkinum.
Í næstum ve

Nevndararbeiði
Tá bólkurin var á kunningarferð í Føroyum í mars mánaði, greiddi bólkurin frá, at ein av ætlanum hjá bólkinum var at fara undir umfatandi kanningararbeiði av einari røð av viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi í ríkinum.
Millum evnini, ið hesir arbeiðsbólkar skuldu umrøða var m.a. fólkarrættarliga støðan hjá føroyingum og grønlendingum. Eisini skuldi ein bólkur fara í holt við at kanna hernaðarlig viðurskifti viðvíkjandi Grønlandi og Føroyum. Arbeiðið hjá hesum bólkinum gongur tó ongan serligan veg, og lagnan hjá bólkinum er óviss í løtuni.
Sjúrður Skaale starvast hjá Norðuratlantsbólkinum, og hann er eisini skrivari hjá tí arbeiðsbólkinum, ið fæst við tað fólkarættin.
Hann upplýsir, at arbeiðið hjá ?sínum? bólki er farin ígongd. Hann fegnast stórliga um liðið av serfrøðingum, ið bólkurin hevur fingið at manna nevndina.
Talan er um Lauri Hannikainen úr Finnlandi, Gudmundur Alfredsson úr Íslandi og Peter Germer úr Danmørkini. Allir eru teir víðagitnir serfrøðingar innan fólkarætt og løgfrøði.



Syndarligt sosialt
Ein bólkur varð av Norðuratlantsbólkinum eisini settur til at hyggja nærri at sosialu støðuni hjá grønlendingum í Danmark. Hesin bólkurin er eisini farin til arbeiðis.
?Gerandisdagurin er í nógvar mátar ógvuliga tragiskur hjá nógvum grønlendingum í Danmark, sigur Sjúrður Skaale.
Norðuratlantsbólkurin hevur skipað arbeiðsbólk, sum skal fáa greiðu á, hví so nógvir grønlendingar koma illa fyri. Hesin bólkurin er bert mannaður við grønlendingum. Manningin telur grønlendskar kvinnur, ið eru væl etableraðar í danska samfelagnum.
Úr arbeiðsgrundarlagnum hjá bólkinum stendur fylgjandi at lesa:
?For en række borgere fra Grønland medfører ophold i Danmark af den ene
eller anden grund en marginaliseret tilværelse, ofte forbundet med svære
sociale og misbrugsmæssige problemer.
I forbindelse med disse borgeres dobbelte status som grønlandske og
danske borgere, synes der at være en række uafklarede forhold omkring
deres sociale, sproglige og rettighedsmæssige forhold. Der er brug for,
at hjælpe disse mennesker med en afklaring af såvel deres rettigheder i
forhold til rigsfællesskabet som i forhold til de internationale
konventioner, der beskytter disse borgere.

Rundferð
Í døgunum 25., 26., 27 september fer Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi á rundferð í Danmark. 25 verður vitjað í Odense, 26. í Århus og fríggjadagin hin 27. september verður vitjað í Aalborg.
Fundirnir skulu skipast í samstarvi við føroyingafeløgini og grønlendingahúsini í teimum áðurnevndu býunum. Ætlanin er, at Norðuratlantsbólkurin skal á fundi við nevndar í teimum ymsu feløgunum og at skipað verður fyri einum almennum fundi.
?Norðuratlantsbólkurin ætlar við rundferðini at leggja fram sítt grundarlag, og at greiða frá sínum arbeiði í og uttanfyri Fólkatingið. Málið er at koma í samband við føroyskar og grønlendskar útisetar, og fáa í lag eitt áhaldandi orðaskifti í Danmark um føroysk og grønlendsk mál. Bólkurin tekur sjálvsagt ímóti hugskotum um mál, sum eiga at verða tikin upp á fólkatingi, sigur Sjúrður Skaale.
Norðastu limirnir á fólkatingi ætla at leiga sær ein lítlan buss, sum skal føra teir runt í Danmørkini. Í sambandi við fundin í Aalborg hevur bólkurin í hyggju at skipa fyri einari veitslu saman við føroyinga- og grønlendingafelagnum.