– Skipanin skal taka okkum inn í 21. øld

Tað var ein fegin Michael Boolsen, fúti, sum hósdagin fekk handað nýggju samskiftisskipanina, Kima, frá Føroya Tele.

Tað var á vári í fjør, at Føroya Tele vann útboðskapping frá ríkisløgregluni um at menna nýggja samskiftisskipan, og nú er arbeiðið so at siga komið á mál.

Og tað er ikki hissini mál, sigur Michael Boolsen.

– Skipanin skal taka okkum inn í 21. øld. Hon skal geva okkum teir møguleikar, sum tú hevur í dag sum vanligur borgari til at stroyma, senda myndir og so framvegis. Tað hava vit nú møguleika fyri at gera á skipanini, og tað fer at hava stóran týdning fyri okkum, sigur Michael Boolsen.

Nýggja skipanin varð í fyrsta umfari handað løgregluni, og eftir ætlan skulu hinir partarnir av tilbúgvingina upp í skipanina sum skjótast. Men tað verður løgreglan, sum verður fyrsti partur at nýta skipanina í gerandisdegnum, og har fer hon at gera mun, metir Michael Boolsen.

– Fyri tað fyrsta fáa vit eina støðuga radioskipan, og tað er stórur fyrimunur. Fyri tað næsta fáa vit hesar møguleikarnar, sum verða greiddir frá í filminum, sigur hann og sipar til lýsingarfilmin, ið Føroya Tele hevur latið gjørt, sum greiðir frá teimum ymsu lutunum í skipanini.

– Ein mynd sigur meira enn túsund orð, og um vit til dømis senda eina mynd, so kann vaktarleiðarin senda fólk avstað út frá teirri myndini, heldur enn at skula lýsa støðuna við nógvum orðum. Tað tekur nógva tíð, sigur Michael Boolsen.

Tá spurdur um, hvørt løgreglufólkini hava fingið høvi at royna skipanina og tær ymisku "leikurnar", ið fylgja við, svarar fútin við einum brosi, at tað hava tey.

– Tey eru heilt glað fyri tað, sigur Michael Boolsen, fúti.