Skipanin má hava greiðar linjur

Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur, heldur tað vera neyðugt, at dagpeningaskipanin er ein arbeiðsmarknaðarspuringur. Hetta, heldur hann, tryggjar greiðar linjur í skipanini

? Tað er avgjørt arbeiðsgevarin, ið eigur at rinda sjúkradagpeningin teir fyrstu dagarnar. Dagpeningaskipanin skal vera ein vunnin rættur, og løgtingið hevur ikki skyldu at vera við í leikinum at vinna hesi rættindi.

Páll á Reynatúgvu ásannar, at tað í løtuni er ein ójavni millum alment lønt og tímalønt, av tí at alment lønt nú fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi, meðan tímalønt ikki fáa dagpening fyrr enn triðja sjúkradag. Men hann er tó sannførdur um, at tað ikki er politiski myndugleikin, ið eigur at javna hendan ójavna.

? Talan er um ein arbeiðsmarknaðarspurning, og eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at samráða seg til eina loysn í hesum máli. Og koma partarnir við einari rímuligari loysn, eri eg ikki í iva um, at løgtingið er sinnað at broyta lógina um dagpeningaskipanina til frama fyri loysn teirra.


Vanligt í grannalondunum

Páll á Reynatúgvu vísir á, at tað er púra vanligt í grannalondunum, at arbeiðsgevararnir rinda sjúkradagpeningin teir fyrstu dagarnar. Hann vísir á, at skipanirnar eru ymiskar, og rinda arbeiðsgevararnir heilt frá einum upp í sekstan sjúkradagar, áðrenn talan verður um sosialmál, ið myndugleikarnir skulu taka sær av.

Formaðurin í trivnaðarnevndini greiðir frá, at skipanirnar í grannalondunum vanliga eru soleiðis háttaðar, at arbeiðsgevararnir rinda pening til eina trygging ella ein grunn, ið síðani rindar sjúkradagpeningin.

Hetta heldur hann, gevur arbeiðsgevarunum, og serliga teimum smáu arbeiðsgevarunum rímiligar sømdir. Tað verður nevniliga ikki so tungt hjá arbeiðsgevarunum at rinda sjúkradagpening, tá hann regluliga verður goldin í ein grunn ella eina trygging.

Páll á Reynatúgvu vísir á, at um eitt lítið virki, har kanska bert fimm fólk starvast, verður rakt av sjúku, og trý fólk verða burtur frá arbeiði. So verður hetta ikki so ógvuliga tungt fyri virkið. Tí virkið hevur nevniliga tryggjað seg við at rinda til tryggingina ella grunnin, og hevur tað eins stóra mongd av peningi at taka av í tryggingini, sum tey stóru virkini.

Vit spurdu Páll, hví tað ikki bar til at taka undir við uppskotinum frá andstøðuni fyri at sleppa av við ójavnan á arbeiðsmarknaðinum og síðani koma við einum broytingaruppskoti um, at arbeiðsgevararnir skulu rinda seinni.

? Tað var rætt og slætt tí, at tað ofta er torført at sleppa av aftur við almennar uppgávur.


Virkar sum bremsa

Páll á Reynatúgvu vil ikki siga, at dagpeningaskipanin verður misnýtt, um tað almenna rindar hana. Men hann vísir á, at tað ikki er nøkur loyna, at almennar skipanir ofta vinda meira og meira uppá seg.

Verður talan um eina skipan, har arbeiðsgevarin rindar sjúkradagpeningin, heldur hann, at hetta kann virka sum ein bremsa fyri, at skipanin verður í so nógv brúkt. Páll á Reynatúgvu vísir tó staðiliga á, at hann ikki vil ákæra fólk fyri at misnýta almennar skipanir.

? Eg haldi ikki, at arbeiðsgevararnir skulu spæla sokallaðan »big brother« móti arbeiðstakarunum, men eg rokni við, at teir klára at skerpa nýtsluna av skipanini eitt vet.


Landið ikki taka bóltin

Páll á Reynatúgvu sigur at enda, at hann vónar, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum koma til eina skilagóða semju um dagpeningaskipanina. Hann vísir samstundis á, at ein arbeiðsbólkurin, settur av landsstýrinum, har bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar eru umboðaðir, í løtuni arbeiðir við málinum. Men løgtingið skal ikki blanda seg.

? Vit skulu ikki taka bóltin burtur frá hinum og so sjálvir skjóta málið, sigur hann.