Skipan ella kaos

Antin skipa vit blokkar áðrenn val - ella eftir val. Antin fær veljarin ávirkan - ella ikki. Antin selja vit eina vøru, sum vit kunnu levera - ella bluffa vit fólk. Antin hava vit fólkaræði - ella ikki

Endamálið við at politiskir flokkar skipa seg í blokkar áðrenn val er, at veljarin kann fáa eitt veruligt og realistiskt politiskt programm at taka støðu til. At veljarin kann fáa tað, sum hann velur. Og at veljarin kann halda givin lyfti beinleiðis upp ímóti førdum politikki.
Men hetta ber ikki til í Føroyum, siga summi, tí vit eru ikki búgvin til tað. Og vit hava so nógv politisk stríðsmál. Aðrastani hava tey bara høgra og vinstra. Vit hava eisini loysing og samband. Og útjaðara mótvegis høvuðsstaði. Og tey etisku málini. Flokkarnir kunnu ikki semjast um alt hetta áðrenn val, verður sagt.
Men sannleikin er, at vit HAVA blokkpolitikk í Føroyum. Vit GERA semjurnar. Vit skipa okkum í blokkar, sum nevnast samgonga og andstøða.
Men í mun til alla aðrastaðni gera vit tað EFTIR valini. Í mun til aðrastaðni sleppur veljarin ikki at velja blokkarnar. Veljarin hevur onga ávirkan á, hvør skal vera løgmaður. Onga ávirkan á, hvør politikkur skal rekast. Onga ávirkan á nakað sum helst. Alt verður avgjørt í einum bardaga, sum fer fram EFTIR valið - altso eftir, at veljarin er skeklaður burturúr teirri politisku prosessini.
Spurningurin er altso ikki UM vit skulu hava blokkpolitikk. Tí tað hava vit inntil tann dag, tá ein flokkur fær meiriluta einsamallur. Og tað verður ikki í bræði.
Spurningurin er bara, um blokkarnir skulu skipast áðrenn ella eftir valini. Um veljarin skal sleppa at taka støðu til teir ella ikki. Um veljarin skal hava nakra ávirkan, ella um hann, sum nú, onga ávirkan skal hava.

Neyðugar samrøður
Jóannes Eidesgaard heldur, at vit eiga at skipa blokkar áðrenn val, so veljarin veit hvat hann fær, um hann t.d. velur Javnaðarflokkin. Tað er helst eitt tekin um, at hann ikki trívist í ABC-blokkinum.
Men borðið fangar. Til tess at vita um Jóannes meinar hetta, hevur Annita á Fríðriksmørk boðið honum til eina óbindandi samrøðu um, hvat E og C møguliga kundu samst um.
Hetta er eitt stórt framstig. Hevði tað eydnast tveimum ella trimum flokkum undir skipaðum viðurskiftum at funnið saman um eitt politiskt programm, hevði tað verið fyrstu ferð í nýggjari søgu Føroya, at veljarin kundi fingið tað, hann valdi. Fyrstu ferð, at vallyfti høvdu verið politiskt bindandi.
Hjá Tjóðveldinum eru fleiri møguleikar fyri slíkum samstarvi - og ein óbindandi samrøða við Javnaðarflokkin útilokar ongan teirra.

Nøkur vilja hava kaos
Tað eru sjálvandi tey, sum ræðast hesa gongd. Nøkur stórtrívast í tí ósiviliseraða kaos, sum føroysk valstríð eru: Øll eru móti øllum, og gylt vallyfti verða givin út í tóman heim, uttan minsta atlit til, hvat ber til og ikki.
Tað er sjálvandi bæði lættari og stuttligari at vera valevni, tá mann veit, at mann kann lova fólki akkurát hvat mann vil, tí einki lyfti er bindandi kortini.
Tað er so herligt at vita, at "talvan verður vaskað rein" (t.e. at vallyftini verða strikað), so skjótt samgongusamráðingarnar byrja.
Tað er so deiligt at kunna siga við veljaran, at mann ikki kundi halda tað, mann lovaði, tí mann kom í samgongu við tann og tann.
Men hóast hetta er "so nogv lettare" - so er tað ikki rætt.
Vónandi er kjakið farnu dagarnar tekin um, at tíðin er farin frá hesum slagi av politikki í Føroyum, og vit flyta okkum móti fólkaræðinum.