Í grannalondum okkara hava bøkur við upplýsingum og myndum av skipum verið at fáa í mong ár, men tað var ikki fyrr enn seint í 1999, at eisini føroyingar fingu eina tílíka bók. Tað var hin vælumtókti Skipalistin, har dentur varð lagdur á tilfar, sum er hent at hava hjá øllum, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi.
Og tað eru eyðvitað mong, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi - bæði her heima og í grannalondun-um. Skipalistin er eftir stuttari tíð vorðin fólkaogn í Føroyum. Bókin verður brúkt av útróðrarmonnum, skipum og reiðaríum eins og bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum. Men tað er eisini áhugavert, at fert tú uttanlands til fólk og stovnar, ið hava vinnuligt tilknýti til Føroyar, so kemur í fleiri førum fyri, at føroyski Skipalistin eisini er at finna har.
Í SKIPALISTANUM 2004 eru dagførdar upplýs-ingar og myndir av føroyskum skipum frá 12 bruttotonsum og uppeftir eins og upplýsingar um bátar millum 4 og 12 bruttotons. Eisini eru umfatandi leitiyvirlit, so til ber at finna okkurt ávíst skip útfrá ymiskum leitorðum, eitt nú eigara, stødd, maskinorku o.ø.. Skipamyndirnar eru stórar og í heilt nógvum førum nýggjar.
SKIPALISTIN hevur eisini føroyskan álma-nakka, sum er lógarkrav umborð á bátum. Til tey, ið rógva út eru streymtalvur, streymkort
og tíðir fyri vestfals- og eystfalskyrrindi umframt broddar-nar. Tilfarið í streympart-inum er dagført og fríðkað, og er tí lætt og hugaligt at lesa.
Stórur dentur verður lagdur á, at innihaldið er viðkomandi og álítandi, og tí eru nógvar dagføringar framdar í bókini. Í hesum sambandi samstarvar SKIPALISTIN við avvarðandi stovnar, myndugleikar og skipaeigarar.
Lesarin vil eisini leggja til merkis, at fríðkað er um uppsetingina av innihaldinum, ið sum heild er væl skipað og uppsett. Sum nakað nýtt eru nú frámerki uttast á síðunum, sum gera tað lættari at finna júst tann partin, leitað verður eftir.
Onkur nýggjur táttur er
eisini í Skipalistanum 2004. Í partinum við kortum eru nýggjar tekningar, sum vísa stongdar leiðir,
gýtingarleiðir, havøkið kring Føroyar. Sum nakað heilt nýtt er eisini kort yvir alt økið í Norðuratlantshavinum, har føroyingar hava - og framvegis - fiska.
Annar áhugaverdur táttur er tekningarnar av djórum. Í fjør vóru tekningar av ryggleysum djórum, sum listarkvinnan Astrid Andreasen teknaði. Í ár eru sera vøkru tekningarnar hjá listarmanninum Edwardi Fuglø av hvalum í útnorði.
Av innihaldinum annars kann nevnast radio og samskifti, neyðarkall, bráðfeingishjálp, signalfløgg, vitar í Føroyum, djóralívið á ymiskum tungumálum, havstreymar, ættirnar, almennar upplýsingar um veður, mát og vekt, føroyski róðrarbáturin, grindahvalurin og mangt annað. Eisini eru hagtøl, ið á ymsan hátt lýsa føroysku fiskivinnuna.
Til seinast eru upplýsingar um havnir í Føroyum, alivinnuna og oljuvinnuna umframt lógarsavn við viðkomandi lógum og kunngerðum um skip og sjóviðurskifti.
Umfatandi innihaldið í SKIPALISTANUM er avmarkað til tað, sum snýr seg um skip og sjógv. Hetta er ein styrki, tí heldur enn at gera eitt sindur burtur úr nógvum, er tað ein fyrimunur, at SKIPALISTIN ger nógv burturúr tí, sum bókin hevur valt at raðfesta fremst.
SKIPALISTIN er ein bók í støðugari menning, og tað sæst eisini aftur í SKIPALISTANUM 2004, sum er sera hentur at hava!
Skipalistin 2004 er 512 blaðsíður. Bókin fæst um alt landið, og kostar 175 krónur við bleytari permu og 240 krónur innbundin.