Skipafelagið legði frá landi fríggjadag


Ein mýta gongur runt í Føroyum, sum sigur, at skipini hjá Skipafelagnum ikki løgdu frá landi fríggjadagar.

- Hetta er ein gomul søga, sum leingi hevur gingið runt, at skipini skundaðu sær at lasta skipini hósdagar, soleiðis, at teir megnaðu at sleppa avstað fyri midnátt hósdag, ella bíðaðu teir til tað var farið av midnátt leygarnátt. Men eg haldi ikki tað passar, sigur Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur. Tí hann hevur eina fatan av, at skipararnir hava sagt, at teir fóru avstað fríggjadag, tí skipini byrjaðu ikki nýggjan túr. Men at alt var sami túrur, tí kundu teir eisini loysa fríggjadag.