Skipaeftirlitið og Føroya Skipaskráseting eru í dag løgd saman í ein stovn, fyri at sleppa undan dupultfunktiónum. Stjóri verður Tommy Petersen. Sagt verður at við hesum verður sjóvinnufyrisitingin savnað og styrkt fyri at tryggja, at hon er á einum høgum umsitingarligum og fakligum støði og tess vegna før fyri at møta teimum alsamt vaksandi avbjóðingunum innan sjóvinnu og trygd á sjónum.
Orsøkin til at stovnarnir verða lagdir saman, er at sleppa undan dupultum virksemi við leiðslu, journalføring, edv og bókhaldi, umframt at samskipa virksemið á sjóvinnuøkinum.
Samanlagdi stovnurin hevur ábyrgdina av skráseting og góðkenning av manningar- og trygdarviðurskiftum á teimum 46 skipunum í FAS og heili 574 í heimliga skipaflotanum, umframt gott 2000 smábátum í Farskránni.
Stjóri á samanlagda stovninum verður Tommy Petersen, meðan Vilhjálmur Gregoriussen fer at hava dagligu leiðsluna av tí partinum, sum í dag liggur hjá Skipaeftirlitinum. Umframt hesar báðar, starvast 15 fólk á stovninum.
Sagt verður eisini, at samanleggingin fer ikki at nerva brúkaran, tí Skipaeftirlitið húsast framvegis í Miðvági og Skipaskrásetingin á Skálatrøð, eins og telefon og avgreiðsla eru óbroytt.
Hvussu nýggi stovnurin kemur at eita, verður hinvegin einki sagt um, men verður sami móti fylgdur sum í seinastuni, verður helst talan um enn eina stovu í landsfyrisitingini.










