Skipaeftirlit
- Tað eru fiskimenn, sum ikki eru tryggir við umstøðurnar umborð á skipum longur, og tað eru eisini teir, sum treyðugt vilja avstað við summum skipum.
Tað sigur fiskimaður, sum hevur vent sær til Sosialin.
Hann vísir á, at síðan Skipaeftirlitið varð yvirtikið á føroyskar hendur, hevur lítið og einki verið at sæð til nakað eftirlit.
- Tá ið Statens Skibstilsyn hevði ábyrgdina av eftirlitinum, vóru fólk javnan umborð á føroyskum skipum, og tá kundi tú eisini fáa ófráboðaða vitjan. Slíkt er farið í søguna við yvirtøkuni.
Fiskimaðurin sigur, at vantandi eftirlitið er vorðið umrøðuevni umborð á fleiri skipum, og tað eru menn, sum aftra seg við at fara umborð á summi skip.
- Vit eru ikki tryggir við umstøðurnar, og vantandi eftirlitið fremur avgjørt ikki hugin hjá skipaeigarum og yvirmonnum í sama mun sum áður at hava øll viðurskifti dagførd, sigur hann.
Vátta tað sama
Sosialurin hevur eisini spurt aðrar fiskimenn og menn, sum sigla fyri eitt nú Strandfaraskip Landsins. Teir siga tað sama, sum fiskimaðurin, sum vendi sær til okkara.
- Krøvini til alla sigling eru økt, men samstundis síggja vit einki til okkara Skipaeftirlit. Í sínari tíð fingu vit javnan vitjan av umboðum fyri Statens Skibstilsyn, og tað var ikki so sjáldan, at tey komu ófráboðað.
Skipari sigur, at tað skapti eina størri virðing og eitt størri ansni fyri trygdini, at tú kundi fáa vitjan av eftirlitsfólki.
- Tú gekk alla tíðina og hugdi at, um nú alt var í lagi, tí tú visti ongantíð, nær teir kundu koma. Knappliga ein dagin kundi eftirlitsmaður standa á dekkinum og siga, at hann fór líka at ganga runt og hyggja at skipi og trygdarútgerð. Eg haldi, at hetta hevði eina ógvuliga góða ávirkan á trygdarviðurskiftini umborð.
Klassin í staðin
Skiparin sigur, at nú er tað klassin, sum av og á kemur umborð á skipini at kanna viðurskiftini fyri Skipaeftirlitið.
- Men sum eg havi skilt, ger klassin hetta arbeiði eftir bílegging frá Skipaeftirlitinum, og klassin hevur ikki skyldu til at møta upp uttan fráboðan.
Hann vísir á, at tað serliga er Norsk Veritas, sum av og á kemur á vitjan, men sum skilst, hevði tað størri ávirkan á hugburðin hjá monnum, tá ið Statens Skibstilsyn stóð fyri hesum eftirliti.
- Tað er eingin ivi um, at eftirlitið við føroyska skipaflotanum var nógv meira sjónskt fyri yvirtøkuna, sigur skiparin, sum Sosialurin hevur tosað við.
Ein maskinmaður, sum vit eisini hava tosað við, váttar tað, sum fiskimenn og skipari siga um hesi viðurskifti.