Skipaeftirlitið á ófráboðaða eftirlitsvitjan

Føroya Skipara-og Navigatørfelag heitir á sínar limir um at gera trygdarvenjingar umborð á fiskiskipum og at kunna mynstraðar fiskimenn um trygdina

Trygd Herfyri var framløgufundur í Miðlahúsinum í Vágsbotni av úrslitunum í kanningini um viðurskiftini umborð á fiskiskipum, sum Skipaeftirlitið og Føroya Fiskimannafelag hava gjørt í felag. Tilsamans 1200 spurnarbløð vórðu send út, og av hesum komu 226 svar aftur. Til framløguna í Miðlahúsinum vóru eini 30 fólk møtt. Hetta vóru serliga fólk, sum starvast við trygdarspurningum í skipaflotanum. Semja varð um, at okkurt munagott má gerast við trygdarvenjingarnar umborð og kunningina til fiskimenn, sum eru við fyrsta túrin. Trygdarvenjingar - Støðan er bøtt munandi, síðan allir fiskimenn hava fingið trygdarskeið, tó eigur okkurt, at verða gjørt við hugburðin og kunnleikan hjá skipsyvirmonnunum. Hetta er niðurstøðan, sum felagið hjá navigatørum, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, kemur til eftir framløgufundin í Miðlahúsinum. Á síni heimasíðu vísir felagið, sum eisini hevði umboð við á framløgufundinum, á, at ISM-skipanin, sum verður brúkt við handilsskipum, saktans kann tillagast til fiskiskipaflotan eisini. - Tað eru serliga trý viðurskifti, sum fiskimenn ikki eru heilt nøgdir við. Hesi eru vantandi venjingar, ov lítil kunning frá yvirmonnunum um trygdarútbúna og trygdarfyriskipanir eins og atkomuviðurskiftini til skipið. Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at sambært kanningini eru fiskimenn væl nøgdir við eitt nú hvíldartíð, arbeiðsamboð, eins og eingir málsligir tupulleikar eru staðfestir í kanningini. - Nøgdsemi er sum heild betri umborð á nótaskipum og flakatrolarum enn umborð á línuskipum og ísfiskatrolarum. Staðfest er soleiðis, at støðan helst er frægari við teimum nýggjaru skipunum, og har manningin er meira støðug, vísir felagið á. Ófráboðað vitjan Á framløgufundinum boðaði stjórin í Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen, frá, at eftirlitið seinni í ár fer á ófráboðaðar vitjanir umborð á skipum. Á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag heitir felagið á sínar limir um at gera trygdarvenjingar og at kunna mynstraðar fiskimenn um trygdina umborð. Felagið heitir samstundis á sínar limir um at minnast til at dokumentera gjørdar trygdarvenjingar og kunning í tilsýnsbókina og dagbókina umborð.