Skipaeftirlit
Miðvági:
Skipaeftirlitið letur upp í nýinnrættðaum hølum í Gomlusmiðju í Miðvági mánadagin 19. august. Í samband við flytingina verður skrivstovan í Havn stongd hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni.
Eftir ætlan skuldi Skipaeftirlitið latið upp í Miðvági tann 1. august, men nú gongur ikki altíð, sum ætlað, staðfestir stjórin, Óla Hans Hammer Olsen.
Høvuðsgrundin til, at eitt sindur varð seinkað nú, er tann, sigur hann, at gólvið er umvælt, og tilfarið, sum har er brúkt, skal hava nakað væl av tí at festa seg.
Í aðrar mátar er hann væl nøgdur við umbyggingina, sum gjørd er. Húsið er bygt um eftir ynski frá teimum, sum skulu brúka tað, og tað fer ivaleyst at roynast eftir ætlan, væntar stjórin á Skipaeftirlitinum.
Hóast tað ikki verður latið upp alment fyrr enn tann 19. august, man lív fara at vera í húsinum eina viku ella so undan tí degnum, er væntandi. Tí hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni verður skrivstovan í Havn stongd vegna flyting, og tá farið veðru aftur til arbeiðis komandi mánadag, skuldi tað helst verið í nýggjum hølum í Miðvági.
Skipaeftirlitið fær eisini nýtt telefonnummar, nú flutt verður. Nýggja nummarið verður 35 56 00, og nýggja telefaksnummarið verður 35 56 01, sigur Óla Hans Hammer Olsen.
Hann greiðir frá, at tað í dag arbeiða sjey fólk á Skipaeftirlitinum. Men søkt er eftir tí áttanda, og umsóknarfreistin er úti.
Tað eru fleiri umsóknir komnar, sigur hann. Og talan er um fólk við góðum kvalifikatiónum. So skjótt liðugt er at flyta, verður ein eftirlitsmaður settur, og fær so boð um tað beinanveg, upplýsir stjórin á Skipaeftirlitinum.
Hann sigur, at talan er um eftirlitsmann í orðins bókstaviliga týdningi, tí bara menn hava søkt.
?Hetta er eisini ein mansdominerað verð, sigur hann. Krøvini eru soleiðis, at tað traditionelt ikki eru kvinnur, sum lúka tey krøvini, sett verða.
Millum annað verður kravt av umsøkjarunum, at teir hava ávísa útbúgving, eitt nú maskinmeistrarar, umframt at teir skulu hava so og so langa siglingstíð og prakstiska royndir.