Giza FF og Bláa Bylgjan skipa fyri bussferð í morgin Andrass Thomsen, høvuðsreikari og formaður í Giza FF sigur, at Giza FF skipar aftur fyri busstúri inn á Svangaskarð, har tey, sum verða við bussinum fara at gera sítt fyri, at føroyska landsliðið skal kenna seg á heimavølli.
Dysturin á Svangaskarði millum Føroyar og Estland byrjar klokkan 19.30. Bussurin hjá Giza FF koyrir av Skálatrøð í Havn klokkan 18.
Túrurin til Toftir og heimaftur kostar 100 krónur fyri hvønn.
Bussurin hjá Bláu Bylgjuni fer frá Føroya Tele í Vágsbøi í Klaksvík klokkan 18.30. Kostnaðurin er eisini 100 krónur fyri henda túrin. Koyrt verður beinleiðis til Svangaskarð!