-Minst til at keypa oyrasniglar. Tað skulu vera teir bíligastu frá Føroya Tele.
Við síni eyðkendu suðuroyardialekt rópar Annlis Bjarkhamar oman ígjøgnum trappurnar. Uppi á loftinum í ljósabláu húsunum hjá Dianu Borgnyardóttir í Gøtu er rokan í fjørðuni. Tað er mikudagur um middagsleitið, og seinasta hond skal leggjast á "Føroya størsta og feitasta tónleikatiltak", sum fer av bakkastokki í kvøld, hóskvøldið.
Í hvør sínum rúmi á loftinum sita fólk klistraði til teldurnar. Í rúminum til vinstru frá trappuni situr høvdingurin, Jón Tyril, við sínum sermerkta skeggi og húgvu. Henda morgunin verður hann órógvaður av blaðfólki og myndafólki frá høvuðsstaðarpressuni, sum henda morgunin er umboðað av Dimmalætting og Sosialinum.
Telefonirnar og sms-boð hava kimað frá tíðindaleiðarunum úr Havn, tí evstamark farið, men framvegis er einki tilfar er komið úr Gøtu. Myndir og tekstur frá tíðindafundinum hjá danska tónleikabólkinum Nephew eru avgreidd, men nú skal internet samband finnast fyri at fáa tilfarið til Havnar.
-Hava tit einki tráleyst samband? Hvat er tað fyri útgerð, tit hava? letur speiskliga úr Jón Tyril.
Við hjálp frá einum geyma eydnast at flyta tilfarið frá teldunum hjá fjølmiðlafólkunum til telduna hjá Jón Tyril, og so til Havnar í øllum góðum.
Í rúminum við síðuna av hjá høvuðsfyriskiparanum situr fyrrverandi landsstýriskvinnan og samskiparin av G! Festivalinum, Annlis Bjarkhamar. Meðan hurðarnar hjá hinum G! fyrireikarunum standa opnar , hevur tjóðveldiskvinnan úr Vági hurðina aftur, og á einum gulum lepa hevur hon skriva "Ikki órógvast" á hurðina. Hesa løtuna, vit eru á loftinum, kemur hon av og á líka úr rúminum, men sigur ikki tað stóra, og fer inn aftur.
-Tú Jón, eg eri noydd at fara til Havnar nú. Teir í Nephew sita og bíða eftir mær.
Við hurðina í rúminum hjá Jón Tyril stendur Linda Mortansdóttir. Saman við Hergeiri Eldevig hevur hon hevur bólkarøktina um hendi. Hetta merkir, at tey skulu tryggja, at teir mongu útlendsku bólkarnar á G! Festivalinum í ár fáa eina so góða tænastu og uppliving í Føroyum sum gjørligt.
Fransbreyð og pannur
Niðriundir í stovuni er eisini hurlivasi. Fransbreyð, pannur, einstakar øl, grýtur, G! merchandise og fløgur liggur hultur til bultur í stovuni. Á gólvinum rekast fleiri leidningar. Í andlitisbráunum á fólkunum í stovuni sæst, at svøvnur í hesum døgum er ein luksusvøra. Hálvfull ella hálvtóm kaffigløs eru at síggja allastaðni.
Her verður sanniliga koyrt upp á pumpurnar. Uttanfyri sita nøkur á trappuni og fáa sær ein væluntan smøj. Hóast yvirskotið til at tosa ikki er tað stóra, eru fólk bæði blíð og týð.
Hesa løtuna, vit vitja skrivstovuna hjá fyrireikarunum av G! Festivalinum, koma og fara fólk í heilum. Hetta tykist kortini ikki at órógva fyrireikararnar. Tey sita stútt við sínar teldur og telefonir og avgreiða síni viðurskifti.
Nú vantar ikki nógv í. Stressið og rokið í samband við fyrireikingarnar hoyrir til. Hetta er ein partur av spælinum. "Tað skal nokk ganga", hoyri eg onkran siga, áðrenn vit sleppa okkum út úr skrivstovuni. Úrmælingarnir úr Gøtu hava undanfarin ár so dyggiliga prógva, G! Festivalurin er ein dygdarvøra, og eg ivist ikki eina løtu í, at árið í ár verður einki undantak. Vit gleða okkum.









