Høgni Hoydal
?????????
Higartil hava allir flokkar verið samdir um, at bert Føroya fólk og Løgtingið kunnu gera av, hvussu Føroyar verða nýttar hernaðarliga. Í tveimum reglum hevur sambandssamgongan nú samtykt og góðkent, at Danmark tekur avgerðirnar vegna Føroyar í hernaðar- og verjumálum. Henda kúvending fer fram uttan nakra viðgerð. Uttan grundgeving. Uttan upplýsing um málið. Uttan fólkaræði yvirhøvur.
----
Í Føroyum er alt øvugt tá um fólkaræði ræður.
Tá ið vit føroyingar skulu taka ræðið í egnum landi, so skulu vit grundgeva og upplýsa og kanna - og vinnast skal á øllum hugsandi forðingum.
Men tá ið vit føroyingar skulu lata ræðið í hendurnar á øðrum, so kann tað gerast í tveimum reglum. Uttan grundgevingar. Uttan upplýsingar. Uttan kanningar. Uttan nakrar upplýsingar yvirhøvur.
Tá ið veruligt fólkaræði skal galda í hesum landi, so fer øll politiska skipanin, embætisverkið, løgfrøðingar og fjølmiðlar upp á bakbeinini. Krevja hvønn bøkk veltan, áðrenn nakað kann gerast yvirhøvur. Krevja hvørja hugsandi støðu allýsta - og øll eru á varðhaldi.
Men tá ið vit seta fólkaræðið til viks, so letur ikki í nøkrum. So rennur alt bara aftaná tí, sum nú einaferð hevur valdið.
Tá ið vit skulu gera okkara grundlóg, so er tað beinanvegin misteinkiligt og vit skulu hava fleiri ting at samtykkja og helst fleiri fólkaatkvøður.
Men tá ið onkur nevnir donsku grundlógina ella heimastýrislógina, so krevst ongin fólkaatkvøða. Tá er bara tað galdandi, sum føroyska fólkið ongantíð hevur góðkent - uttan spurnartekin, uttan kanningar, uttan upplýsingar, uttan grundgevingar.
Tá ið vit føroyingar skulu staðfesta, at vit hava rætt til at gera av alt í hesum landinum, so skulu vit hava breiðar semjur, og alt verður gjørt til tess at fáa allar flokkar við.
Men tá ið vit føroyingar skulu viðgera tað, sum er sett í gildi í Føroyum ímóti Løgtingsins vilja og uttan at fólkið er spurt, so krevst ongin breið semja. Tá er alt líka mikið.
Her valdar bert frumskógarlógin. Hetta er skipað undirbrotligheit.
Hernaðarmálið eitt skúladømi
Hetta er eisini kjarnin í hesum málinum um hernaðar- og verjumál.
Tað var Finnbogi Ísakson, sum fekk sett í verk eina kanning av støðu Føroya í hernaðarmálum. Kanningin váttaði alt tað, sum Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram um hernaðarmálið, síðani flokkurin varð stovnaður. At Danmark hevði brúkt Føroyar beint ímóti øllum føroyskum ynskjum og samtykt-um. At Føroyar vóru bumbumál. Og at skiftandi løgmenn høvdu verið drignir inn í málini, uttan at Løgtingið varð kunnað.
Nú hevði so verið lagað manni at gjørt upp við hesa undirbrotligu støðu. Men sambandssamgongan ger júst tað øvugta. Hon skjýtur upp, at vit skulu bara staðfesta, at Danmark kann gera sum tað vil, og at Løgmaður skal royna at kunna seg um, hvat Føroyar verða brúktar til. Altso júst sama støða, sum hernaðar-kanningarnar hava avdúkað, hevur verið galdandi.
Kúvending við lít
Hetta er ein kúvending við lít. Tí higartil hevur alt Løgtingið verið samt um, at Føroyar skulu ikki brúkast sum ein finna í hernaðarpolitiskum talvi uttan at Løgtingið hevur góðkent tað. Og skulu vit gerast limir í einum millumtjóða felagsskapi og lata avgerðarrættin frá okkum, so skal Føroya fólk hava høvi til at taka støðu - antin á fólkaatkvøðu ella við at politisku flokkarnir viðgera málið væl og virðiliga og siga hvar teir standa, til dømis í einum valstríði.
Fyri góðum tveimum árum síðani samtykti eitt samt Løgting, at danskar hernaðarlógir skuldu setast úr gildi í Føroyum. Tað varð ikki gjørt. Men harvið staðfesti Løgtingið, at onki kann setast í gildi í Føroyum á henda hátt uttanum Løgtingið.
Fyri einum góðum ári síðani, samtykti ein stórur meiriluti í Løgtinginum, at Føroyar skuldu ikki dragast inn í eitt kríggj uttan so, at ST hevði góðkent tað.
Harvið staðfesti Løgtingið aftur, at sjálvandi hevur Løgtingið rætt til at gera av, hvussu Føroyar verða brúktar og at siga, hvør kann taka avgerðir vegna føroyingar í hernaðar- og verjumálum.
Minnulutauppskotið er greitt
Og nú skjýtur ein minniluti í uttanlandsnevndini upp at gera akkurát tað sama. At staðfesta, at vit skulu hava fult innlit í og fullan avgerðarrætt í verju og trygdarmálum.
Men ein meiriluti sigur nei - uttan nakra grundgeving. Uttan nakra upplýsing. Uttan enntá at kanna, hvat tað ber í sær, um uppskotið hjá meirilutanum verður samtykt.
Meirilutin sigur, at nú skulu vit bara góðtaka støðuna sum hevur verið. At Danmark tekur hesar avgerðir vegna Føroyar og hevur rætt til at gera tað.
Og so skulu vit bert royna at fáa innlit í, hvussu vit nú verða brúkt í hernaðar- og verjupolitiskum samanhangi.
Hetta verður eitt risa-afturstig fyri føroyskt sjálvræði.
Hetta verður eitt risa-afturstig fyri ta breiðu semju og ta greiðu støðu, ið allir flokkar í Føroyum hava havt til hernaðar- og verjumál.
Hetta er eitt risa-afturstig fyri føroyskt fólkaræði.
Vit góðtaka nú bara alt, sum er farið fram. Og sum er so væl lýst í tveimum frágreiðingum. At Føroyar hava verið brúktar beint ímóti tí, sum Løgtingið hevur ynskt.
Fólkaræðið fokið
Tað einasta andstøðan hevur kravt, er, at vit heldur staðfesta, at sjálvandi kann onki gerast uttanum Løgtingið.
Men samgongan vil ikki hava tann avgerandi setningin við. Hon sigur, at tað er at provokera og søkja konfrontasjón við danir.
Um vit høvdu gjørt tað sama, tá vit bardust fyri føroyska málinum - bara sagt, at donsk lóggáva forðaði okkum at vinna málstríðið - ja, so høvdu vit onki føroyskt mál í dag.
Um vit høvdu gjørt tað sama, tá undirgrundarmálið leikaði í 50 ár - ja, so høvdu vit kanska í dag kunnað sitið við borðið og roynt at fingið innlit í, hvat føroyska undirgrundin varð brúkt til.
Um vit høvdu gjørt tað sama, tá Danmark fór inn í ES - bara at góðkenna støðuna sum hon sá út tá, ja, so vóru vit limir í ES í dag.
Vit skulu ongantíð góðtaka, at tað eru aðrir enn føroyskir myndugleikar, ið taka støðu til føroysk hernaðar- og verjumál.
Hetta er valið millum at reka sjálvstýrispolitikk ella at tillaga okkum ta støðuna, har danskir myndugleikar hava tikið avgerðirnar fyri okkum - hóast óteljandi mótmæli frá Løgtinginum. Og har Føroya fólk aldri hevur havt eitt líkinda høvi at siga sína hugsan ella at taka støðu.
Um vit spurdu Føroya fólk á fólkaatkvøðu - hvør skal taka støðu og avgerðir vegna Føroyar í hernaðar og trygdarmálum - Føroyar ella Danmark? Hvat hevði svarið so verið?