Um løgtingið vil játta tvær mió. krónur til mammografikanningar av kvinnum millum 50 og 69 ár, kemur skipanin í gildi á nýggjárinum Gongur tað, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður vil, fáa allar kvinnur millum 50 og 69 ár í Føroyum í boði at fáa bróstini kannað fyri krabbamein. Skipanin skal koma í gildi 1. januar 2012.
Hetta kom fram, tá ið landsstýrismaðurin í løgtinginum í morgun svaraði einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni.
Landsssjúkrahúsið eigur ein mammograf, men hesin skal skiftast út, tí hann er gamal. Tann nýggi kostar 5 mi.ó. krónur, og peningur er settur av á fíggjarlógini til hann.
Kanningarnar fara at kosta tvær mió. krónur um árið.
- Eg vóni at fáa tann peningin á fíggjarlógina næsta ár, og eydnast tað, verður skipanin sett í gldi á nýggjárinum, sigur Aksel V. Johannesen.