Eftir at hava hugsað seg um og kannað málið í nakrar dagar, er landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø, komin til ta niðurstøðu, at føroyski fólkaskúlin skal skipast í sjey skúlaøki.
- Men, lat meg fyrst av øllum siga, at eg haldi ikki at vit brúka ov nógvar pengar upp á fólkaskúlan í løtuni. Als ikki. Men eg haldi, at vit kundu fingið meira burturúr fíggjarorkuni, sum land og kommuna í felag brúka upp á fólkaskúlan. Tað merkir, at eydnast tað okkum at semjast um at skipa fólkaskúlan í til dømis sjey skúlaøkir, so skal fíggjarorkan, sum verður leysgivin, brúkast til tað, sum í dag ikki er nóg gott, staðfestir landsstýriskvinnan, sum hevur fylgt við í orðaskiftinum í miðlunum seinastu dagarnar.
Byrjaði í Havn
Eitt orðaskifti, sum spretti úr einari heldur óhepnari útmelding frá Mentamálaráðnum, um at komandi skúlaár skulu allir 1. flokkar fyllast upp við 26 næmingar í hvørjum – eisini um tað merkti, at børn skulu flyta í aðrar skúlar.
Í Sosialinum í gjár segði Magnus Tausen, at ráðið, sum umsitir skúlan í øllum landinum, kann ikki koma við kravboðum um, at 26 næmingar skulu vera í hvørjum flokki í Havn, og so ikki krevja meira av skúlunum kring landið.
- Eg kann vera samd við formanninum í lærarafelagnum, at tað er órímiligt royna at gagnnýta fíggjarorkuna betri í eitt nú Havn, um man ikki samstundis fer til verka í øllum landinum við sama endamáli, sigur Helena Dam á Neystabø, sum eisini tykist at vera samd við formanninum í lærarafelagnum um, hvussu til ber at fáa betri rakstur í fólkaskúlan við at hava størri samstarvseindir.
Tíðin er búgvin
Eins og Magnus Tausen vísti á, heldur landsstýriskvinnan, at tað hoyrir einari farnari tíð til at hava so nógvar og so smáar sjálvstøðugar skúlar í einum so lítlum landi.
- Samferðslukervið er útbýgt fyri milliardir, til tess at skapa umstøður til samstarv. Nú má løtan vera komin, at vit gera nyttu av øllum hesum risastóru íløgunum í vegir og tunnlar. Eins og løtan fyri langari tíð síðani er komin at skipa Føroyar í størri og færri kommunalar eindir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Uppskotið er tí, at skipa landið í sjey skúlaøkir, við tí fyri eygað at gagnnýta læraraorkuna og hølisumstøðurnar betri.
- Vit høvdu skapt møguleikar fyri fjølbroyttum undirvísingartilboðum og næmingalagaðari frálæru í økinum, og tann so nógv umrødda tvílæraraskipanin í teimum fyrstu flokkunum kundi verið eitt reelt tilboð, sigur Helena Dam á Neystabø við Sosialin. Og hon skoytir uppí, at við einari slíkari skipan høvdu økini fingið stórt frælsi til at royna nýggjar leiðir.
Leysgeva orku og pengar
Umsitingini í Mentamálaráðnum hevur havt málið til viðgerðar saman við landsstýriskvinnuni síðstu dagarnar. Her hevur sjálvandi eisini verið tosað um, hvørjir skúlar talan er um og hvussu tilgongdin eigur at vera. Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað eru 21 skúlar, sum hava færri enn 20 næmingar, og 17 skúlar við færri enn 10 næmingum. Og til hesar skúlar eru knýttir umleið 33 lærarar.
Og tað er júst hetta við lærarum og læraramangul, sum eftir øllum at døma er eitt av høvuðsargumentunum fyri meira samstarvi millum skúlarnar. Men eisini á øðrum økjum ímyndar landsstýriskvinnan sær, at til ber at fáa meira fyri pengarnar.
- Tað, sum vit vinna við at skipa Føroyar í skúlaøkir, skal brúkast sum íløga í dygd og nútímansgerð av skúlanum, sigur hon, og reksar eina rúgvu av fyrimunum við samstarvseindum upp:
- Fyri tað fyrsta manglar okkum nógvar útbúnar lærarar í skúlanum. Okkum vantar fjølbroytt eftirútbúgvingartilboð av lærarum. Eftirútbúgving átti at verið bæði eitt tilboð og eitt krav til øll, sum starvast í fólkaskúlanum. Tað er ein sera stórur tørvur á dagførdum undirvísingarmiðlum, bæði vanligum undirvísingarmiðlum og teldutøkum, eins og undirvísingaramboðum yvirhøvur. Nógvir skúlar lúka ikki krøv til nútímans frálæruhættir, og skúlabókasøvnini og námsligu verkstaðirnir eru ikki nóg góðir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Eisini eftirlýsir hon, sum tað eisini hevur verið ført fram í orðaskiftinum seinastu dagarnar, ítøkiliga vitan um, hvussu støðan er í fólkaskúlanum.
- Skipanin eigur at verða smíðað við atliti til barnið, og fakligu og menniskjasligu menning barnsins. Útjaðarapolitikkur kann ikki byggjast á smáar barnaskúlar. Tað er ikki burðardygt, vísir hon á.
Royndaskipan fyrst
Landsstýriskvinnan ímyndar sær, at tær sjey kommunueindirnar, sum verða nevndar í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging, kundu eisini verið grundarlag undir einum tættari skúlasamstarvi í økjunum.
Sum skilst er ikki nógv sum bendir á, at skúlin verður lagdur út til kommunurnar, tí við Sosialin sigur Helena Dam á Neystabø púra greitt, at uppgávurnar hjá Mentmálaráðnum framvegis vera at skipa fyri lóggávuarbeiði, yvirumsjón, eftirliti, menning, tillutan av tímum og tillutan av peningi.
Kortini vil Helena Dam á Neystabø helst, at kommunurnar sjálvar bjóða sær til at samstarva meira um skúlarnar, so kravboð skulu ikki koma frá landsmyndugleikunum. Sum dømi um eina hepna tilgongd nevnir hon Sundalagið, ið er komið rættiliga langt longu.
Samgongan arbeiðir í løtuni við at gera ein leist fyri kommunusamanlegging, og landsstýrskvinnan heldur, at vit eiga at bíða eftir teimum niðurstøðum, sum hesin arbeiðsbólkur kemur til.
- Hin vegin ber væl til longu nú at fara undir eina royndarskipan, hvussu man kann gera eitt øki í landinum til eitt skúlaøki. Hetta er ein uppgáva, sum vit eru farin undir at fyrireika okkum til í Mentmálaráðnum, og eg vóni at tað eru øki í landinum, ið vilja vera við í tílíkari royndarskipan, sigur Helena Dam á Neystabø.










