Tað er onki meiri sjálvsagt enn, at vit í Føroyum sjálvi avgera, hvør kemur inn í okkara land og eftir hvørjum treytum. Hetta er ein natúrligur partur av okkara sjálvsavgerðarrætti og stoltleika. Tað kann ikki vera rætt, at eitt tilvildarligt embætisfólk í danska integratiónsministeriinum skal taka hesa avgerð. Eitt er at yvirtaka, eitt annað er, at vit taka okkum væl av teimum útlendingum, sum koma higar. Hetta var ein av orsøkunum til, at eg sum táverandi landsstýriskvinna setti ein arbeiðsbólk til at orða ein integrasjónspolitikk, sum legði dent á skipaða málfrálæru, innlit í okkara søgu og samfelagsligu viðurskifti. Vit vita tíverri um rættiliga nógvir vælútbúnar útlendingar, læknar, advokatar, verkfrøðingar o.o. sum eru familjusameind við føroyingar, men sum tíverri ikki fáa atgongd til tann føroyska arbeiðsmarknaðin, orsaka av vantandi málførleika og kunnleika til føroysku samfelagsviðurskiftini. Her mugu vit duga betur at gagnnýta tað menniskjaliga tilfeingið, ið er í landinum.
Integrasjónspolitikkur fyllir alt ov lítið
Tíverri hevur integrasjónspolitikkur fylt øgiliga lítið í poltiska kjakinum og í løgtinginum. Støðan hjá útlendingum, sum koma til Føroyar, er alt annað enn góð. Ì mongum føri eru útlendingar, sum koma til Føroyar, sleptir uppá fjall. Tey vita ikki, hvørji rættindi tey hava, og hvar tey skulu venda sær í mun til myndugleikar, skúlar, barnagarðar, læknar við meira. Eitt av tilmælunum í integrasjónsálitinum var at fáa eina skipaða tulkatænastu. 1. januar vóru 883 útlendingar úr 85 ymiskum londum skrásettir í Føroyum, og sjálvsagt verður tað trupult at fáa eina skipan, sum rakar allar bólkar, men málið má vera at fáa eina skipan, sum umfatar mestsum allar bólkar. Eitt annað týðandi tilmæli var at smíða lóggávu um integratión. Tað er neyðugt eisini í mun til ta fíggjarligu effektina, at vit seta okkum greið mál fyri, hvat endamálið við integrasjón er í Føroyum, t.d. hvussu útlendingar skulu læra eitt nú føroyskt mál, søgu og mentan, soleiðis at man ikki játtar pening í bláan heim uttan at vita, hvørja effekt og output, man vil hava burturúr. Somuleiðis varð mælt til at fáa skipaði byrjanarskeið í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskifti. Hetta skeiðið skal vera staðið, áðrenn til ber at fáa varandi uppihaldsloyvi. Mælt varð til at geva børnum hjá útlendingum eyka undirvísning í fólkaskúlanum og átøk í mun til børn undir skúlaaldur til tess at geva børnunum tær bestu málførleikarnar so tíðliga sum gjørligt, og at børnini somuleiðis beinanvegin kunnu integrerast við onnur børn. Hetta vil somuleiðis eisini virka fyribyrgjandi fyri eitt nú happing. Somuleiðis er tað umráðandi, at vit mentanarliga skilja hvønn annan fyri at tryggja virðingina og tolsemi mótvegis hvørjum øðrum.
Integrasjónsálitið er eitt væl úr hondum greitt álit, og hevur politiska skipanin eina skyldu til at fylgja tilmælunum upp. Tilmælini eru kostnaðarmikil, mett verður áleið 7-8 mió kr í alt, men tað ber eisini til at seta tilmælini stigvíst í verk, soleiðis at verulig gongd kemur á integrasjón í Føroyum, og at vit fáa gagnnýtt vitan og førleikar hjá teimum mongu útlendingum, sum ynskja at búleikast í Føroyum.