Skipa fyri upphiting týsdagin

Fótbóltsfjepparar hittast áðrenn dystin týskvøldið

Í sambandi við HM undankappingardystin millum Føroyar og Týskland týsdagin hittast fótbóltsfjepparar at hita upp áðrenn dystin.

 

Upphitingin, sum Giza Hoyvík og 12. maður skipa fyri, verður í Dansifrøi, og byrjað verður klokkan 16.00.

 

Ymiskt verður á skránni. Frá kl. 16.00 til 18.00 verður møguleiki at royna seg 1v1 á teknikvøllinum. Frá 18.00 verða ymsar kappingar, har møguleiki er at vinna eitt nú atgongumerki til landsdystirnar ímóti Eysturríki/Kazakstan, og eisini verður møguligt at vinna landsliðstroyggjur.

Dysturin sjálvur, sum byrjar klokkan 19.45, verður eisini vístur á stórskíggja í Dansifrøi.