Samkoman "Siloa" í Fuglafirði boðar í tíðindaskrivi frá, at klokkan 19 í kvøld verður aftur ein sangløta í Siloa í Fuglafirði. Skipað hevur verið fyri fleiri slíkum sangløtum seinastu árini.
Góður felagssangur verður á skránni, og væl syngjandi Siloakórið fer eisini at syngja nakrar sangir. Aftaná sangløtuna verður ein drekkamuður verður sagt í stutta tíðindaskrivinum frá Siloa.