Nú um eina løtu, klokkan 15.30 í dag, fara Unga Tjóðveldi, og Sosialistisk Ung, sum er ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokknum, at skipa fyri einum lítlum tiltaki á Vaglinum um flóttafólk.
Síðani Taliban aftur tók ræðið í Afghanistan, hevur rættiligt kjak tikið seg upp um flóttafólk – og fólk hava sjáldsamar avgjørdar meiningar. Summi eru avgjørd ímóti, at flóttafólk koma til Føroya – tí tað eru vit als ikki fyrireikað til – men eisini tí at nógv at teimum eru muslimar og tey vilja ikki síggja muslima í Føroyum.
Hinvegin halda onnur, at tað er sjáldsagt, at vit, sum eitt av heimsins ríkastu londum, gera okkara skyldu í altjóða samfelagnum, og taka nøkur flóttafólk hendavegin.
Og nú fara hesi bæði politisku ungdómsfeløgini at skipa fyri einum tiltaki á Vaglinum í Havn Har fara tey at seta 10 stólar upp á Vaglinum, ein stól fyri hvørt av teinum 10 flóttafólkunum, vit eiga at taka ímóti.
– Hetta fyri at seta tað greitt upp á ein hátt, so fólk vera kanska minni forskrekt av hugtakinum flóttafólk, siga tey í eini fráboðan.
Samstundis verður ein stórur dúkur settur upp, har tað stendur “Løgmaður sigur vit eru ein pinkutjóð, men her er ríkiligt av plássi!” Tey siga, at tey hava eisini nógv onnur Og ein skelti á Vaglinum, sum tey hava gjørt til endamálið.