Eftir ein summarsteðg, fer nýggja kappingarárið í Premier League um vikuskiftið av bakkastokki. Longu fríggjakvøldið verður fyrsti dysturin leiktur, tá Manchester United á heimavølli tekur ímóti Leicester.
Seinastu tvey árini hevur Miðlahúsið skipa fyri kapping ímillum føroyingar í spælinum fantasy manager, sum Premier League bjóðar út.
Fyrsta árið vann klaksvíkingurin, Jákup Ósá, kappingina, og farna kappingarár var tað Hugin Albinus av Tvøroyri, ið vann kappingina.
Í ár verður aftur skipað fyri kapping. Deildin í kappingini hjá Miðlahúsinum eitur: in.fo – ítróttur 2018/2019 og loyniorðið fyri at koma uppí kappingina er: 2971795-709908
Til ber at gera sær Fantasy lið við at trýsta á her.









