Fyri at savna pening til krabbameinsrakt børn, skipar Team Rynkeby Føroyar saman við stuðlum fyri einum galladøgurða á Hotel Føroyum 15. februar, har til ber at keypa sær pláss og á henda hátt stuðla tiltakinum.
Tey sum framføra í samband við galladøgurðan eru:
Lena & Niclas
Tróndur Enni & Lív Næs
Petsi Tvørfoss
Evi, Jens Marni & Pauli
Signar í Homrum
Pipar & Salt
Flamma
Hallur & Kristina
Tórshavnar Manskór
Atgongumerki kostar 995,- kr.
Allur peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til børn við krabbamein og familjur teirra.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Jansy Gaardlykke frá Krabbameinsfelagnum, sum eisini verður við á tí føroyska Team Rynkeby liðnum, sum fer at súkkla til París komandi summar.










