Tað skrivar Felagið Havnarhugni, sum skipar fyri fundinum, í tíðindaskrivi:
Ein góður býur er tí har, sum nærdemokrati og gjøgnumskygni er í hásæti.
– Vit í Havnar hugna seta tí fokus á borgaran og býarplanlegging, nú vit bjóða øllum áhugaðum til borgarafund í KFUM mikukvøldið 21. februar kl. 19.30.
Á skránni er:
1: Michael Jacobæus bjóðar vælkomin
2: Nina Arge, arkitektur, greiðir frá um býarlív og býarrúm
3: Heidi Poulsen, arkitektur, tosar um sosiala burðardygd í nærsamfelaganum
4: Vígdis Bjarnardóttir, bókavørður, tosar um Býarbókasavnið og tann leiklut, sum tað hevur í miðbýnum.
5: Orðið er frítt millum tey, sum møta á fundinum.