Skipa aftur fyri Pro Camp í juli

(Rás2) Hoyr Gunnar Sørensen og Andrass Thomsen frá B36 fortelja um Pro Camp fótbóltsskúlan

B36 hevur í samstarv við Thomas Dam Intersport tikið stig til, at aftur í ár at skipað fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U13 Dreingir (2004-2005) og U15 Dreingir (2002-2003).

 

Talan er um ein fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, og eisini er heilsugóður matur partur av skúlanum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna spælararnar um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa spælararnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

 

Fótbóltsskúlin er fyri dreingir í aldursbólkinum U13 og U15. Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Gunnar Sørensen og Andrass Thomsen frá B36 greiða frá Pro Camp 2017.