Nú hevur løgreglan uppgivið at finna hana Løgreglan hevur nú steðgað skipaðu leitingini eftir Honnu Christophersen úr Vestmanna.
Síðani seinnapartin týsdagin hevur verið leitað miðvíst eftir 78 ára gomlu Honnu.
Higartil hevur tað verið uttan úrslit og nú hava løgreglan, sløkkiliðið í Vestmanna og tey avvarðandi í samráð gjørt av at steðgða teirri skipaðu leitingini, sigur sýslumaðurin Andras Marr Poulsen.
Bæði sløkkiliðið í Vestmanna og í Kvívík, bjargingarfeløgini í Vágum og Havnar Bjargingarfelag, hava síðani týsdagin leitað alla hugsandi staðni eftir kvinnuni, men til fánýtis.
Leitað hevur verið í Vestmanna og har um leiðir, men síðani ábendingar vóru komnar um, at Hanna hevði leitað sær til Havnar, hevur eisini verið leitað alla møguliga staðni í Havn, í Hoyvik, á Hvítanesi og á Argjum.
Hóast skipaða leitingin er steðgað, heitir løgreglan framvegis á fólk um at hava eyguni eftir Honnu og um at seta seg í sambandi við løgregluna á telefon nummari 35 14 48, skuldi onkur varnast okkurt.
Hanna Christophersen er lítil á vøkstri, ikki meiri enn 150 sentimetrar, og klæntarslig. Hon var í myrkabláum ella svørtum jakka, sum er í størra lagi til hana og í myrkum skóm. Hon hevur gráhærd, hevur grá-blá eygu og gongur vanliga í brillum.
Leggjast kann afturat, at hon er minnisveik.
Samstundis sum løgreglan er givin at leita, takka tey øllum, sum hava verið við í leitingini.
Hóast skipaða leitingin er hildin uppat, hava sjálvboðin í hópatali verið við bátum og leitað í Vestmannafirði eftir Honnu í allan dag.