Tað kypriskt skrásetta tangaskipið ?Willy? brotnaði av um tvøran mikumorgunin, og myndugleikarnir bóru ótta fyri einari spreinging umborð, tí skipið var fermtn við sera vandamiklum bensingassi.
Stutt eftir at skipið brotnaði, varnaðust myndugleikarnir, at hol var komið á onkran av tangunum ella kanska fleiri, tí bensin var at síggja á sjónum. Tí varð avgjørt at banna allari skipaferðslu har á leiðini.
Kingsand er tætt við innsiglingina til tann stóra havnarbýin Plymouth, har bretski herflotin eisini hevur eina støð. Tað 3000 tons stóra tangaskipið lá fyri akkeri í Plymouth-sundinum, men rak á land.
Teir tólv menninir, sum vóru við skipinum, vórðu beinan vegin fingnir í land.
Bretsku myndugleikarnir siga, at tað fer at taka drúgva tíð at rudda økið kring staðið, har skipið fór á land.
Mynd: Reuters