Skip við stríðstyrlum til Assad steðgað

Eitt russiskt farmaskip, sum var á veg til Sýrialands við stríðstyrlum, er steðgað úti fyri skotsku strondini, eftir at bretskt tryggingarfelag hevur avlýst tryggingarsáttmálan við reiðaríið.

Farmaskipið, sum eitur Alaed, hevði verið í Kaliningrad eftir stríðstyrlunum og var á veg til Sýrialands við teimum, tá tryggingarfelagið Standard Club fekk at vita, hvat skipið hevði í lastini. Felagið boðaði alt fyri eitt frá, at tað tók skipstryggingina aftur.

Fyri nøkrum døgum síðani skrivaðu fjølmiðlar, at danska reiðaríið United Nordic Shipping hevði tilknýti til tyrluflutningin til Sýrialands, men tað avsannaði stjórin, Søren Andersen, í samrøðu við The Telegraph.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, legði í síðstu viku Russland undir at senda Sýrialandi stríðstyrlur. Hon legði afturat, at Moskva sigur ikki sannleikan um tann russiska vápnaflutningin til stýrið hjá Bashar al-Assad.