Skip sigldi á bláhval

Í síðstu viku rak ein deyður bláhvalur upp á land í amerikanska statinum Kalifornia, og kanningar staðfestu, at hvalurin hevði fingið stóran skaða av einari skipsskrúvu. Nógv bendir á, at hvalurin kom ov nær einum rannsóknarskipi, sum gjørdi botnkanningar í økinum. Manningin á skipinum hevði boðað frá, at hon hevði kent ristingar í skipinum, og at menn stutt eftir sóu ein bløðandi hval stutt frá skipinum.

Bláhvalurin er heimsins størsta djór, og teir størstu kunnu vera um 30 metrar langir. Tann, sum rak á land í Kalifornia, var 20 metrar langur.

Bláhvalurin er friðaður sum eitt hótt djóraslag.