Skip selja bæði fyri og eftir jól

Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at trýstið á marknaðinum hevur ikki verið so ógvuliga stórt nú uppundir jólahøgtíðina

Fiskivinna

Uppboðssølan hjá Fiskamarknaði Føroya selir fram til og við, 23. desember, og longu 3. jóladag, 27. desember, letur marknaðurin uppaftur.
Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at trýstið á marknaðinum hevur ikki verið so ógvuliga stórt nú uppundir jólahøgtíðina.
- Nøkur skip eru úti enn og fara á marknaðin fyri jólahøgtíðina. Onnur skip koma inn beint fyri jól og fara á marknaðin, tá ið selt verður aftur, 27. desember.
Hann heldur, at upsaprísurin hevur verið heldur lægri í seinastuni, nú so nógvur fiskur hevur verið at fingið, men fallið hevur ikki verið tað stóra.
Høgni veit at siga, at umframt partrolararnir, sum meira at kalla burtur av veiða upsa, hava lemmatrolarar eisini fiskað upsa, og hetta kemst av, at prísirnir hava verið hampiliga góðir.
- Fiskurin er betri, og tað eru prísirnir eisini. Prísmunurin er stórur frá tí, teir vóru lægstir fyrr í hesum árinum, sigur Høgni Hansen.